DBU: Vøllurin í Parkini er ov vánaligur

Fótbóltsstjóri í danska fótbóltssambandinum, Peter Møller, finst harðliga at grasvøllinum í Parkini.

Fótbóltsstjóri í danska fótbóltssambandinum, Peter Møller, finst harðliga at grasvøllinum í Parkini.  Møller vísir á, at tað er ein stórur trupuleiki at vøllurin er í so vánaligum standi undan dystinum móti føroyingum, og at hetta bert er ein fyrimunur fyri útiliðið.

 

 

 

Grasvøllurin í Parkini verður regluliga nýttur av høvuðstaðarfelagnum, FCK, sum spælir í bestu donsku deildini. Sunnudagin varð dystur spældur millum FCK og Vejle – og eftir dystin gjørdu fleiri spælarar vart við, at vøllurin var ov vánaligur, og at har vantaði gras fleiri støð.

 

 

 

Grasvallir kunnu vera torførir at halda við líka um veturin, og Møller vísir eisini á, at hetta er ein generellur trupuleiki í Danmark.

 

 

 

Bæði Hallur Hansson og Viljormur Davidsen spældu allan dystin fyri Vejle í 3-0 ósigrinum móti FCK. Fríggjadagin tann 12.nov umboða teir báðir føroyska landsliðið, ið hevur stóra uppgávu fyri framman, tá ið Danmark tekur ímóti í Parkini.