David Luiz eisini til Chelsea

Mitt meðan Chelsea ger størsta leikarahandil í bretsku søguni, hygja teir aðrar vegir eisini.

 

Sagt verður í enskum miðlum, at Chelsea hevur keypt Fernando Torres fyri 50 milliónir pund, svarandi til umleið 430 milliónir krónur, men samstundis vil BBC vera við, at 21 milliónir pund aftrat forsvinna úr pengapunginum hjá Roman Abramovich fyri brasilianska miðverjuleikaran, David Luiz.

 

Tá seriøsir miðlar sum BBC bera eina søgu, plagar hon sum oftast at vera sonn, so nú er bert at bíða til keypsgluggin letur aftur klokkan 23 í kvøld, og síðani gera status.

 

Men nógvar og spennandi søgur eru at síggja á ymsu heimasíðunum í Onglandi í kvøld.