Enn ein sensatión gjørdist veruleiki týsdagin, tá Suður Korea sera óvæntað vann á Italia. Vanligi dysturin endaði við javnleiki 1-1, men Suður Korea fekk gylta málið tríggjar minuttir áðrenn longda leiktíðin var av. Ahn Jung-hwan skoraði málið, og hann man vera tjóðarhetja í lítla asiatiska landinum í hesum døgum.
Suður Korea legði hart út og fekk eitt brotsspark longu eftir fýra minuttir, tá Christian Panucci hálaði ein koreanara niður í brotsteiginum. Ahn Jung-hwan skuldi skjóta, men málverjin Gianluca Buffon bjargaði. Hetta var næsta brotssparkið, sum Korea brendi í hesum endaspælinum.Tó hava tað verið tveir ymiskir skjúttar.
Eftir hetta fekk Italia meira tamarhald á dystinum og hættaði sær longri fram á vøllin. Hetta gav úrslit eftir átjan minuttir, tá Christian Vieri skallaði eitt hornaspark í netið.
Henda støðan helt sær heilt fram til 87. minutt, tá tað endiliga eydnaðist Suður Korea at skora. Soel Ki-hyeon fangaði ein bólt, ið datt fyri føturnar á honum í brotsteiginum, og hann skeyt fyrstu ferð.
Hóast lítil tíð var eftir, fingu bæði liðini stórar málmøguleikar eftir hetta. Christian Vieri hevði óivað tann størsta, tá hann kom at standa púra leysur í málteiginum, men skotið fór uppum. Korea hevði eisini tvær góðar royndir á málið, áðrenn dómarin bríkslaði dystin av, men málverjin bjargaði í báðum førum.
Totti fekk reytt
Í longdu leiktíðini var dramatikkurin ikki minni. Francesco Totti fekk sítt næsta gula kort og varð tískil rikin av vølli í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini. Hetta fekk øði í italienarar, sum tó vóru nær við at avgera.
Fyrst fekk Gennaro Gattuso ein gyltan møguleika, tá hann bleiv leysur við málverjanum, sum tó gjørdi eina rimmar bjarging, og síðani varð vinkað fyri rangstøðu, tá Damiano Tommasi gjørdist leysur og skoraði. Stórur ivi var um hesa avgerð.
Tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla fekk Suður Korea avgerandi málið. Ahn Jung-hwan, sum dagliga spælir við Perugia í Italia, leyp upp og høvdaði eitt innlegg í netið. Suður Korea spældi seg tískil víðari í HM-endaspælinum og skal møta Spania í fjórðingsfinaluni.
Í 1966 vann Norður Korea á Italia, sum tá fall í bólkaspælinum. Tá tveittu áskoðarar rotin egg eftir leikarunum á flogvøllinum, tá teir komu heimaftur.
Italsku spælararnir, venjarin og umboð frá italska fótbóltssambandinum vóru í øðini inn á dómaran eftir dystin. Øll mettu, at dómarin hevði snýtt Italia fyri eitt mál, og at reyða kortið als ikki skuldi verið givið. Fleiri tosa nú um eina samansvørjing móti Italia, tí liðið hevur fingið fleiri avgerðir ímóti sær.
Av teimum átta liðunum í fjórðingsfinaluni hava fýra teirra ongantíð fyrra staðið seg so væl í einum HM-endaspæli. Tey eru USA, Suður Korea, Senegal og Turkaland.
Suður Korea ? Italia 2-1
0-1: Christian Vieri
1-1: Soel Ky Hyeon
2-1: Ahn Jung Hwan











