Eitt ferðafólkaflogfar, sum fyrr í morgun var á veg úr etiopiska høvuðsstaðnum Addis Abeba til høvuðsstaðin í Kenya, Nairobi, er dottið niður við 157 fólkum umborð.
Seks minuttir eftir, at flogfarið var farið úr Addis Abeba, hvarv tað av radaranum í flogtorninum á flogvøllinum. Etiopiska flogfelagið, Ethiopian Airlines, sigur í tíðindaskrivi í morgun, at 149 ferðafólk vóru í flogfarinum, og manningin taldi átta.
Ein talsmaður fyri flogfelagið váttar í morgun yvirfyri etiopiska EBC News, at fólk úr 33 ymiskum londum vóru í flogfarinum, og at øll hava latið lív.
Nú royna lond hvør í sínum lagi at finna út av, um nakar úr teirra landi var við í flogfarinum, sum var av slagnum, Boeing 737–800 MAX 8, ið er nýggjasta slagið av flogførum hjá Boeing.
Sagt verður, at flogfarið hvarv av radaraunm klokkan 08.44 lokala tíð í morgun, tá tað hevði verið á flogi í bert seks minuttir. Vrakið av flogfarinum varð funnið í Bishoftu-økinum, nærindis lufthavnini í Addis Abeba.