Ein 17 ára gamal unglingi breyt annan skøvningin og báðar armar, tá hann mikumorgunin var fyri eini arbeiðsvanlukka við Eystaru bryggju í Havn.
Men sambært vakthavandi á Politistøðini, so kundi skaðin verið munandi størri. Arbeitt verður í løtuni við at skifta takið á bygninginum hjá Farmaleiðum, og tað var her, at óhappið hendi.
Maðurin hevur eftir øllum at døma ikki veið nóg ansin, og hevur stigið á eina plátu av plexi-glas. Hendan bar ikki vektina hjá manninum, sum datt teir 10 metrar av takinum og niður á gólvið.
- Vit kunnu bara staðfesta, at maðurin hevur verið ómetaliga heppin. Hann hevur nýtt armarnar at taka fyri seg í fallinum, og tað hevur so kostað brotini, men umframt tað, so er talan bert um nøkur prus í andlitinum, staðfestir vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan sigur annars, at teir gera sína rapport um málið, og at tað annars verður Arbeiðseftirlitið, sum kannar málið víðari.









