Microsoft hevur fyri knøppum mánað sett eitt endaligt dato á, nær nýggjasta stýrisskipanin í røðini, Windows 7, verður atkomuligt hjá almenninginum. Dagurin verður 22. Oktober í ár.
Microsoft vónar at tað kann sleppa undan neiliga trýstinum, ið lá um útgávuna av Vista, seinasta stóra Windows útgávan, fyri næstan trimum árum síðani.
Windows 7 er sniðgivið til at kunna arbeiða við Vista, soleðis at neyðugt verður ikki hjá brúkarum at gera íløgu í nýggja hardware.
Viðskiftafólk, ið keypa ein nýggjan PC við Vista, verða bjóðaðir uppgradering til Windows 7, boðar Microsoft frá.
Windows 7 lovar stórar forbetringar í nýtsumøguleikum, samanborið við Vista, og at trygdartiltøkini, sum hava givið nógvum brúkarum høvuðbrýggj, eru vorðin nógv einklari.
Beta royndarkoyrarar av Windows 7 hava boðaða frá, at tað er skjótari enn Vista, serliga í samband við tendring og sløkking.