Í dag klokkan 14 fer Dart Sandoy at hava opið hús í hølunum hjá dartfelagnum, sum eru á loftinum á Tormansvegi 34 í Skopun. Hetta er í bygninginum, har Fitness Sandoy eisini hevur sítt virksemi.
- Dart Sandoy er fyri øll, sum hava hug at spæla dart, bæði til gamans og álvara. Dart er eitt spæl við hugnaligari samveru saman við øðrum dartáhugaðum, sum felagið tekur til.
Í hølunum í Skopun hevur Dart Sandoy sera góðar umstøður, og sum limur í felagnum hevur tú atgongd til hesi høli, tá tú hevur hug at spæla dart.
- Her kanst tú eisini keypa pílar, skivur og aðra dartútgerð, siga tey í felagnum.
Nú almenna tiltakið - opið hús - verður í Skopun tíðliga seinnapartin í dag, vísir Dart Sandoy á, at øll eru vælkomin at kasta nakrar pílar.
- Tað er bara at koma á gátt, tí í dag verða pílar eisini til láns til øll, sum hava hug at royna seg eina løtu, siga tey í Dart Sandoy.