Dart: FM vinnari við píli í bull

Jón Johansen er heldur óvæntað FM vinnari í dart

Í gjár var FM í dart í Skopun. Vinnari í einmansleiki bleiv heldur óvæntað Jón Johansen úr Vága Dartfelagi. Hann setti seinasta pílin í reyðan bull og vann FM finaluna á Jan McIntosh.

 

Jón Johansen hevur spælt dart í nógv ár og tað verður sagt, at hann er ein av teimum, ið venur avbera nógv. Tað gav úrslit í gjár, tá óvæntað vann FM. Favoritturin Remy G. Hansen bleiv útsligin í fjórðingsfinlauni. Jón Johansen vann á Hans Eivind Olsen úr Team Sandoy í hálvfinlauni.

 

Í finaluni vann Jón Johansen 5-3 á Jan McIntosh, sum annars stóð seg væl samanlagt í FM finaluni. Hann vann tvímansleikin saman við Una Árting, men bleiv ov stuttur í finaluni í einmansleiki.

 

Var tað óvæntað, at Jón Johansen vann FM hjá monnum, so mundi tað verða meiri óvæntað, at Maibrit Hvíthamar vann FM hjá kvinnum. Hon var upprunaliga ikki millum átta tær bestu, sum høvdu vunnið seg víðari, men kom við upp á avboð. Hon gjørdi av álvara bart og vann kvinnukappingina.