Leygardagin 21. mars verður fyrsta almenna dartkappingin í Sandoynni nakrantíð, og tað er Team Sandoy, sum skipar fyri.
Kappingin ber navnið Drangberg Open, tí tað er byggifyritøkan Drangberg, sum eru høvuðsstuðlar hjá Team Sandoy.
Almenna dartkappingin verður hildin í Samljóði í Skopun, og lagt verður fyri henda leygardagin klokkan 12.
Formaðurin í Team Sandoy, Hans Eivind Olsen, sigur, at møguleiki verður at síggja - ella leika ímóti - onkrum av fremstu dartleikarunum í Føroyum. Millum luttakararnar verður eisini ein hálvur sandingur, sum er danskur landsliðsleikari.
- Vit vænta, at undirtøkan til opnu kappingina verður stór, tí fleiri leikarar koma norðanfjørðs. Onnur áhuga - ella bara forvitin - eru vælkomin at hyggja eftir dartspælinum.
Hans Eivind sigur, at endamálið við kappingini í fyrsta lagi er at økja um áhugan fyri dartspæli í Sandoynni.
Team Sandoy varð stovnað 25. mai í fjør, og felagið er fyri alla oynna. Í nevnd felagsins eru Hans Eivind Olsen, formaður, Ólavur D. Jacobsen, kassameistari, Jógvan Drangberg, skrivari og Brynjolvur G. Nicolajsen, tiltakslimur.
- Vit halda til í Samljóði í Skopun. Vit hava einki aldursmark, og felagið er bæði fyri konufólk og mannfólk.
Formaðurin veit eisini at siga, at tá almenna dartkappingin verður í Skopun leygardagin 21. mars, verður eisini høvi at keypa sær okkurt etandi og drekkandi.
- Her verður súpan, smyrjibreyð og pylsur eins og kaffi, te og sodavatn, leggur Hans Eivind aftrat.
Viðhefta mynd er tikin í Klaksvík leygardagin, tá skipað varð fyri dartkapping har norðuri, og Hans Eivid Olsen er maðurin næst uttastur vinstru megin á myndini.