Dart aftur á breddan

7. apríl varð Havnar Dartfelag endurstovnað, og nýggja nevndin ætlar at leggja til brots við fyrstu kappigini Dýra Biðidag, 20. mai. Tað er nú ein tíð síðani, at dart hevði eina uppblóman her heima. Sum íðkaður ítróttur hevur dart tó ligið stilt í nøkur ár, men nú verður lagt til brots aftur.

 

7. apríl hevði Havnar Dartfelag (HDF) endurstovnandi aðalfund, og verður nú stjórnað av einari fimm manna nevnd, sum hevur skipað seg við Oddfinni Hansen sum formanni, Laurits Hansen sum næstformanni, Ragnar Jacobsen er peningarøkil, Gunnar Karbech Mouritsen skrivari og Heini Poulsen er nevndarlimur.

 

Fyrsta tiltakið hjá endurstovnaða felagnum verður ein firmakapping, sum verður fyriskipað Dýra Biðidag, 20. mai, men roknað verður eisini við at felagið skipar fyri einari single- og einari doublekapping undan summarsteðginum.

 

Firmakappingin verður í Bridgehúsinum 20. mai klokkan 14.00, og felagið er í hesum døgum í holt við at senda innbjóðingar út til fyritøkurnar.

 

Eftir summarsteðgin verður skipað venjing einaferð um vikuna, umframt kappingar í vikuskiftum.