Darron Cooper í Café Natúr

Avstralski trubadururin Darron Cooper spælur hetta vikuskiftið í Café Natúr, hann leggur fyri í annað kvøld og spælir síðan fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Darron Cooper lívbjargar sær av at spæla kring heimin, eitt nú á skístøðum í Italia, Fraklandi og Eysturríki. Men av og á gongur leiðin til Føroyar, og hetta vikuskiftið er hann í Føroyum. Hann spælir gittar afturvið eini rútmuboks, og spælir tónleik frá tí gamla til tað nýggjasta nýggja.