Tær seinastu fimm vikurnar hava minst 200 kvinnur í flóttafólkaleguni Kalma í sudanska landspartinum Darfur boðað frá, at tær eru vorðnar neyðtiknar. Fyrr vóru neyðtøkurnar tvær ella tríggjar um mánaðin, men í seinastuni er talið vaksið óhugnaliga nógv, skrivar Reuters.
Tær flestu neyðtøkurnar eru, tá kvinnurnar noyðast úr leguni út í skógin eftir brenni, og í fleiri førum er gentur niður í 13 ára aldur neyðtiknar. Aðrar, sum eru slopnar undan neyðtøku, hava greitt frá, at tær eru voðrnar slignar og sparkaðar.
Tað hevur altíð verið vandamikið hjá kvinnunum at fara úr legunum í Darfur. Tí bleiv avgjørt, at hermenninir hjá afrikanska eindarfelagsskapinum skuldu verja tær, men royndirnar vísa, at hermenninir eru so fámentir, at teir megna ikki uppgávuna. Harafturat hevur tað víst seg, at verða menninir sendir eftir brenni, koma bara nakrir fáir aftur á lívi. Tí fara kvinnurnar heldur avstað.
-Vit hava valt at fara, sjálvt um vit kunnu vænta at verða neyðtiknar, men á tann hátt kunnu vit bjarga monnunum, sigur ein av kvinnunum við hjálparfelagsskapin International Rescue Committee.
IRC stórur fyri, at viðurskiftini fara at versna seinni, tí tann 30. september fara teir afrikonsku friðarhermenninir úr Darfur. Tá skulu ST-hermenn ætlandi taka við eftirlitinum, og Kodi Annan, aðalskrivari, hevur skotið upp at senda 22.000 hermenn til landspartin. Sudanska stjórnin vil ikki hava ST-hermenn til Darfur, men USA og Bretland hava gjørt greitt, at hermenn verða sendir hagar, sama hvat sudanska stjórnin sigur.