Tað vóru Jan Christiansen og Katrin Dahl, sum mikunáttina seymaðu gomlu samgonguna saman aftur eftir, at hon skrædnaði týsdagin seinnapartin. Hesi bæði umboða Fólkaflokkin í býráðnum saman við Páll Petersen og Inga Mohr.
? Nú er friður aftur bæði í samgonguni og Fólkaflokkinum. At reinsa luftina er gott við hvørt og vit hava í grundini styrkt samgonguna. Tað vísir seg ofta, at ein styrki í eini samgongu kann vera, at tað er bara eitt lið sum kann detta frá. Í seinastu samgonguni vóru vit 8 og tí kundi ein væl detta frá og koyra í frígear. Í hesi má meirilutin standa saman, nú er tað eingin sum sleppur at koyra í frígear. Ingi Mohr hevur altíð koyrt í frígear. Hann hevur sitið í 20 ár í býráðnum og sitið í minnilutanum øll árini.
Men tað vistu tit av, áðrenn hann kom uppí undir seinasta býráðsval?
? Ja, tað var ein dáragerð at rokna við honum og tað gekk, sum man vónaði, at tað ikki fór at ganga. Tað eru fólk, sum ikki duga floksdisiplin, men tað er líka spell, at tey ikki sjálv finna út av tí. Eg havi ikki valt hann í Fólkaflokkin, men man kann ikki annað enn góðtaka sínar floksfelagar.
Er Páll Petersen bukaður uppá pláss?
? Nei, als ikki. Alt er í sátt og semju frá báðum pørtum. Vit tosaðu aftur og fram, og vit komu til eina niðurstøðu, sum greinaði, hvør trupulleikin var, sigur Jan Christiansen.
Gjørdu tit nakra roynd at tosa Inga Mohr til sættis?
? Nei, tí tað var har svullurin lá. Tað er eingin møguleiki hjá okkum at hava hann við aftur í býráðnum saman við Fólkaflokkinum. Ingi er nú partur av andstøðuni og nú kann hon vísa, hvussu góð hon er við hann, um tey eru sinnað at lata honum nakrar nevndarsessir.
? Stevið í samgonguni hevur verið gott. Eg havi góð 13 ára royndir í býráðnum og stevið í hesi samgonguni er ikki verri enn tað hevur verið í øðrum. Eitt býtt mál hevur bundið ein knút, knúturin er nú loystur, og vit ganga frameftir sum ein samgonga, sum arbeiðir væl saman, sigur Jan Christiansen.
Sostatt heldur sami býráðsmeiriluti fram, men nú við sjey limum.