Dansur í Miðbýnum

Nógvar áhugaverdar framførslur verða á Tórspalli, sum nú er komin upp at standa á Vaglinum. Og millum hesar framførslur verða eisini Hóps, ið fara at dansa modernaðan dans Hesar ungu genturnar framførdu eisini á Futt í Býin, og tá vístu tær góðar taktir og gott stev.

 

Og fyri tey, ið ikki sóu Hóps á Futt í Býin, verður nú aftur møguleiki at síggja hesa frálíku dansiframførsluna við modernaðum hip-hop dansi.

 

Hóps fer at dansa Tórspalli í kvøld klokkan 19.30 og klokkan 22.40, og í morgin klokkan 19.30 og klokkan 21.30, og hesar framførslurnar eru ókeypis, eins og alt annað á Tórspalli.