Danskur yvirlækni ivast í sjúkuni hjá Jacko

Yvirlæknin Niels Seersholm ivast í, um poppkongurin Michael Jackson hevur sjúkuna alfa­1­anti­trypsinmangul. Hetta skrivaði ein rithøvundur fyri nøkrum døgum síðani í einari bók um Jackson. Sjúkan er nevniliga oftast at finna í Skandinavia og tað er sera sjáldsamt, at svartir amerikanarir verða raktir av henni.

Umleið 40 børn verða í Danmark fødd við sjúkuni hvørt ár og meginparturin av hesum børnum føla ongantið nakað til sjúkuna. Sjúkan er primert at finna millum roykjarar, ið verða raktir í 30 til 40-árs aldrinum.

 

- Um hann hevur hesa sjúkuna, er tað sera álvarsligt. Um ein fær skaðilig evni inn í seg - serliga vegna royking - kann tað bróta lungavevnaðin niður, so lunguni at enda ikki virka longur, greiðir yvirlæknin frá.

 

Við blaðið Touch hevur rithøvundurin, Ian Halperin, sagt, at Jackson má hava eina lungnatransplantatión fyri at yvirliva - og kanska er tað longu ov seint at fremja eina tílíka skurðviðgerð.

Sambært hann kann sangarin næstan ikki tosa longur og hann er vorðin blindur í tí eina eyganum.