Danskur tónleikari deyður – bara 24 ára gamal

Hóast hann var ungur, varð hann longu rættiliga væl kendur

Kendi, danski popp-tónleikarin, Hugo Helmig, er deyður bara 24 ára gamalur. Hóast hann doyði 23. November, og fór til gravar í gjár, er tað ikki fyrr enn nú í morgun, at miðlarnir bera tíðindini.

 

Hóast hann var ungur, var hann longu rættiliga kendur við fleiri væumtóktum sangum.

 

Danskir miðlar hava skrivað fleiri ferðir, at hann stríddust við stórar trupulleikar av rúsevnum, men einki verður sagt um, hvat hann er deyður av.

 

Hugo Helmig er sonur kenda tónleikaran, Thomas Helming og rithøvundan Renée Toft Simonsen.