##med2##
Lars Løkke Rasmussen var tann einasti, sum var ímóti at flyta valdagin í Føroyum, tí hann heldur, at tað kann ávirka valið í Danmark.
Tað halda forfólkini í hinum flokkunum ikki.
Í gjár var netfundur millum leiðarar í øllum flokkunum í Fólkatinginumm, saman við innanríkisráðharranum í Danmark, Christian Rabjerg Masen, sum hevur ábyrgd av fólkatingsvalinum – og teir báðar føroysku fólkatingsmenninar, Edmund Joensen og Sjúrð Skaale.
Úrslitið var sum kunnugt, at valdagurin í føroyum verður fluttur ein dag fram, til hin 31. oktober, meðan hann í Danmark og í Grønlandið verður sum ætla 1. november, sum er minningardagur teirra sjólætnu í Føroyum.
Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið Christian Rabjerg Masen, innanríkisráðharra, greiða frá, hví hann heldur tað vera skilagott at flyta valdagin í Føroyum.