Ein avleiðing av formansskiftinum í Sosialistiska Fólkaflokkinum er, at broytingar verða í donsku stjórnini, tí at tann nýggi formaðurin, Annette Vilhelmsen, skal seta onkrar av sínum stuðlum í stjórnina.
Fleiri eygleiðarar hava gitt, at tann 27 ára gamli skattamálaráðharrin, Thor Möger Pedersen (myndin), hekk í einum klønum trá, tí politiskt draga hann og nýggi floksformaðurin ikki eina línu. Og seinnapartin hevur Thor Möger Pedersen skrivað í síni Facebook-síðu, at Annette Vilhelmsen hevur ringt til hansara og kunnað hann um, at hann heldur ikki fram í stjórnini.
Hitt ráðharraskiftið hjá SF er lættari at greiða, tí fyri stuttum kunngjørdi Ole Sohn, at hann gevst í politikki aftan á næsta val.
Nýggir ráðharrar hjá SF verða eftir øllum at døma Annette Vilhelmsen og Holger K. Nielsen, men hvørji málsøki tey skulu umsita hvør sær er ikki heilt greitt.