Fyrrapartin hósdagin kemur danski vinnumálaráðharrin, Ole Stavad, til Føroya.
Ole Stavad hevur eittans ørindi í Føroyum. Hann kemur at fylgja fyrrverandi løgmanni Føroya, Maritu Petersen, til hennara seinasta hvíldarstað. Ole Stavad kendi Maritu Petersen persónliga frá sínum politiska starvi.
Á skrivstovuni hjá danska vinnumálaráðharranum upplýsa tey, at Ole Stavad umframt at vera formelt umboð hjá donsku stjórnini til jarðarferðina eisini umboðar danska Javnaðarflokkin.
Ole Stavad steðgar stutt í Føroyum. Hann fer longu avstað aftur til Danmarkar hóskvøldið.










