Soleiðis fara allar danskar kommunur eins og Føroyar og Grønland at fáa møguleika at velja út tvey lokal 18 ára gomul at luttaka í gallataflinum fyri trónarvinginum. (Í gjár varð skrivað, at tað eisini vóru tvey ung úr hvørjari kommunu í Føroyum, nú verður skrivað um tvey ung úr Føroyum).
Harafturat fer kongshúsið at bjóða »umboðum fyri ymsar av landsins ungmannafeløgum eins og ungum, sum hava gjørt vart við seg innan ítrótt, list og mentanina« – men altso ikki ung frá danska minnilutanum í Suðurslesvig, skrivar Flensborg Avis.
Flensborg Avis hevur spurt samskiftisdeildina í kongshúsinum, sum ikki hevur viðmerkingar til málið, men vísir til neyva orðaljóðið í tíðindaskrivinum. Har framgongur, at talan er um ung úr ríkisfelagsskapinum, sum verða boðin og harvið ikki ugn úr Suðurslesvig, sum árliga fær heilsanir frá Margretu drotning í nýggjársrøðuni og annars javnan fær uppmerksemi frá danska kongshúsinum.
Eitt nú vitjaði lítlasystirin hjá drotningini, Benadikta prinsessa í mai í fjør fleiri skúla og stovnar í danska minnilutanum, eins og Margreta drotning í 2019 vitjaði í fýra dagar í Slesvig.
So seint sum seinasta árskiftið sendi Margreta drotning seinast »sine hilsener og tanker« til danska minnilutan:
»I urolige tider står vort grænseland som et lysende eksempel på, at forskellige sprog, kulturer og traditioner kan leve fredeligt side om side. Det kan både det danske og det tyske mindretal være stolte af. Jeg ønsker alle et godt nytår«, segði drotningin ta ferðina.
Sambært Ekstra Bladet er tað annars fyrstu ferð, at danska kongshúsið skipar fyri slíkum tiltaki.
www.fla.de/sydslesvig/nyheder/61020/-breaking-rigsfaelleskabet-er-inviteret-men-sydslesvigs-unge-