Golf
Golf er ikki tann ítróttin, sum mest er at hoyra til í føroyskum ítróttaheiminum. Tó so. Nakað verður spælt her heima, og eisini eru føroyingar aðra staðni, sum sýna spælinum stóran ans.
Ein av hesum er Bue Jacobsen, sum er sonur Peter A. Jacobsen á Oyrabø í Vági. Bue er dagliga venjari hjá golffelagnum, Furesø, í Birkerød, og herfyri tók hann lut í DM fyri venjarar.
Bue gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina, og