26-ára gamli Anders Lindegaard spælir við norska Aalesund og fekk fyri stuttum debut á danska landsliðnum. Núverandi málverjin hjá Manchester United er tann 40-ára gamli Edwin van der Sar úr Hollandi. Hann hevur boðað frá, at hann helst gevst í summar og tí hevur Sir Alex leita eftir einum avloysara.
Sambært The Guardian, so hava umboð fyri Manchester United verið og hugt eftir Anders Lindegaard fimm ferðir og at síggja til, so hevur teimum dámt tað teimum hevur sæð.
Manchester United hevur fyrr havt danskan málverja. Tað var ongin annar enn kempan Peter Schmeichel, sum vardi málið hjá Manchester United í tíðini frá 1991 til 1999.
Sambært The Guardian so fellur avtalan uppá pláss innanfyri tey komandi tvey døgnini.