Danskur málmaður til AB

AB hava havt ein málmannstrupulleika hetta kappingarárið, men nú halda argjamenn, at teir hava funnið eina loysn

Talan er um Tobias Brogaard Larsen, ið hevur skrivað sáttmála við AB fyri seinnu hálvu av kappingarárinum

Tobias Brogaard Larssen er 25 ára gamal og hevur seinasta kappingarárið spælt við Akademisk Boldklub, ella AB. Akademisk Boldklub, spæla í triðju deild í Danmark. 

Tobias Brogaard Larssen hevur spælt við nógvum donskum feløgum, og tað ber til at síggja yrkisleið hansara HER

Spennandi verður at síggja, um nýggi danin kann hjálpa AB og loysa trupulleikan á málmanspostinum.