Eddy Bøgh Brixen er ráðgevi innan elektroakustiska økið og hevur veitt frálæru innan ljóð til eitt nú Rútmiska Konservatoriið, Danmarks Radio, Det Kongelige Teater, Danska Filmskúlan og mong onnur virki og feløg. Ljóðserfrøðingurin, sum í 1979 stovnaði fyritøkuna EBB-Consult heldur nógv skeið innan sína lærugrein og hevur skrivað fleiri bøkur um ljóð og ljóðviðurskifti. Eddy Bøgh Brixen, sum mikukvøldið 1.august fer at hava fyrilestur í Atlantis í Klaksvík um stór konsertannlegg, fer eisini at virka sum ljóðkonsulentur á Summarfestivalinum í ár.