Danskur laksur fer til Føroya og Grønlands

Granskarar hjá Danmarks Tekniske Universitet hava nú ávíst, at laksur úr donskum áum ferðast til Føroya, Eysturgrønlands og til Svalbard

Teir donsku granskararnir høvdu sett elektronisk merkir á tólv laksar, sum teir tóku í Skjern Å í Vesturjyllandi, og á tann hátt kundu teir fylgja laksunum, tá teir hildu til havs. Tað vísti seg, at laksarnir fóru til Føroya, Svalbard og heilt til Eysturgrønlands. Sambært danska kringvarpinm er hetta fyrstu ferð, at tað er kannað, hvar tann danski laksurin er, tá hann ikki er í áunum og gýtir.

-Fyrr hava vit hildið, at laksur, sum fer úr áunum til havs, hevði smáar lívsmøguleikar. Men vøkstur í stovnunum tey seinastu árini hevur víst, at ein partur av laksinum, sum fer úr áunum, kemur aftur at gýta, og hetta hevur samstundis givið okkum høvið til at seta fylgisveinamerki á laksirnar, sigur granskarin Kim Aarestrup við DR. Hann sigur, at granskararnir ætla at gera somu kanning við øðrum donskum laksastovnum.

Kanningarnar hjá DTU vísa eisini, at laksurin kavar fleiri hundrað metrar niður í dýpið, sigur Kim Aarestrup.