TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Samrøðu, sum Heri Simonsen (í Manchester United turriklæði) gjørdi fyrr í dag við danskaran, Frank Qvist, sum er í heimabundnari HB-troyggju, sum mamma Knút Olsen hevur bundið.
Frank Qvist er ein vinsælur maður, sum nógvir føroyingar kenna frá trygdareftirlitinum í Kastrup, har hann altíð er til reiðar at taka eitt prát um Føroyar og føroyskan fótbólt. Hann er góður vinur við Toda Jónsson, og gjøgnum Heina Fernandez fyrst, og síðani Knút Olsen er hann blivin íðin HB-fjeppari. Í morgin skal hann á fyrsta sinni uppliva HB í dysti ímóti TB á útivølli í Trongisvági. Í morgun var Frank spákitúr saman við 1970-ara liðnum hjá HB.
2) Samrøðu við Knút Olsen, HB fan nummar eitt, sum reikar fyri ferðini hjá Frank Qvist í Føroyum.
Báðir tippa úrslitið av dystinum TB-HB í samrøðunum.
(Mynd: Herluf Gudmundarson)