Danskur gísli latin leysur í Sýrialandi

Ein danskur myndamaður er latin leysur eftir at hava verið gísli í Sýrialandi í 13 mánaðir.

Tann 25 ára gamli fríyrkismyndamaðurin Daniel Rye Ottosen bleiv burturfluttur, stutt eftir at hann var komin til Sýrialands, har hann skuldi gera eina myndalýsing av umstøðunum hjá flóttafólkinum, serliga børnunum.

 

Uttanríkisráðið í Keypmannahavn sigur, at myndamaðurin bleiv tikin og burturfluttur tann 17. mai í fjør.

 

Uttanríkisráðið vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Tíðindafólk við kunnleika til Miðeystur siga, at tað var uttan iva tann víðgongdi felagsskapurin ISIS, sum burturflutti Daniel Rye Ottosen. Tað er hesin felagsskapurin, sum nú ger um seg í Irak.

Einki verður sagt um loysigjald, men ISIS plagar at ræna útlendingar við tí fyri eyga at fáa pengar aftur fyri at lata teir leysar seinni.