Danski filmurin ?Hævnen? varð í nátt heiðraður sum tann besti filmurin, sum er á øðrum máli enn enskum. Taå hendi á Golden Globe-handanini í Los Angeles. Tað var leikstjórin Susanne Bier, sum tók ímóti Golden Globe-standmyndini, sum verður roknað sum tann næststørsta viðurkenningin í filmsheiminum eftir Oscar.
Hvørki Susanne Bier ella teir flestu ummælararnir væntaðu, at ?Hævnen? fór at vinna. Ein orsøk var, at tann danski filmurin hevði ikki fingið so nógva umrøðu í USA sum eitt nú filmurin ?Biutiful?, sum er á sponskum máli.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, at ein danskur filmur hevur verið við í kappingini um Golden Globe.