Danskri stjórnarlimir siga allir, at tað eru grønlendingar, sum avgera framtíðina hjá Grønlandi, men nú blandar ES-tinglimurin hjá Vinstraflokkinum, Morten Løkkegaard, upp í kjakið. Hann heldur, at Grønland eigur at fara upp aftur í ES.
Tað sigur hann við miðilin Politico.
Fráboðanin kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í seinastuni fleiri ferðir hevur víst á ynski um at yvirtaka Grønland. Verður Grønland limur í ES, verður landið betri "vart", sigur Løkkegaard.
– Vit liva í einum heimi, har tú skalt vera limur í samgongum, óansæð hvussu sjálvstøðugur tú vilt vera, sigur Løkkegaard við fjølmiðlarnar.
Grønland fekk heimastýri í 1979 og tók seg úr ES, sum tá nevndist EF, í 1985.
/Ritzau/