Sum avleiðeiðing av hitabylgjuni, sum í næstu viku rakar Evropa, verður sera heitt í Danmark. Veðurfrøðingar vænta omanfyri 30 hitastig. Tað verður heitast í Vesturjútlandi, skrivar TV2.
Í Noregi, Svøríki og Finnlandi fara hitastigini at nærkast 30.
Komandi vikuna verður óvanliga heitt í útsynningspartinum av Evropa. Longu ein mánað eftir at hitin í Fraklandi máldi 45 stig, sum er met, vænta veðurfrøðingar, at tað aftur vera omanfyri 40 hitastig í landinum.
Í Hollandi og Belgia og suðurpartinum av Onglandi siga forsøgnirnar, at hitin fer at tátta í heili 35 stig.