Danskt eigur ikki at fáa somu tign sum føroyskt í kirkjuni

Málstevnunevndin finst at orðingunum í uppskotinum til kirkjulógirnar í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, tí danskt og føroyskt verða javnsett mál í kirkjuni

FÓLKAKIRKJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo

Málstevnunevndin hevur viðgjørt uppskotini til kirkjulógirnar, sum hava ligið til hoyringar á á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, www.mmr.fo, eftir ta skriving, sum hevur verið í Sosialinum um málið. Nevndin sigur, at hetta er gjørt, tí inngangsorðini í tí arbeiðssetningi, sum landsstýrismaðurin við mentamálum hevur latið nevndini, ljóða soleiðis:

“Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá tí føroyska málinum skal Málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan málpolitikk. Í uppskotinum skulu vera boð upp á mál og mið í málpolitikkinum og uppskot til ítøkilig tiltøk, sum kunnu styrkja føroyskt mál í øllum samfelagnum.”

Nevndin gjørdi á fundinum viðmerkingar til annað uppskotið: “Lógaruppskot um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni”.

- Sum heild varð funnist at orðingunum í viðmerkingunum í uppskotinum til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni. Í grein 3 verður sagt, at bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur. Í viðmerkingunum til hesa lógargrein verður gjørt vart við, at føroyskt og danskt mál, sambært grein 11 í heimastýrislógini eru javnsett í øllum almennum viðurskiftum. Tí verður hildið, at ásetingin hevur týdning, tá ið ætlanin er at hava gudstænastu ella part av henni á øðrum máli enn føroyskum ella donskum, sigur Málstevnunevndin.
Nevndarlimir gjørdu vart, at henda orðing var ikki hóskandi í einari føroyskari lóg í 2007, og serstakliga ikki nú fólkakirkjan verður yvirtikin. Eisini varð ført fram, at orðaljóðið beinleiðis er ímóti ætlanunum hjá almenna føroyska myndugleikanum at styrkja støðuna hjá føroyskum máli á øllum økjum í samfelagnum.
Í sambandi við arbeiðið at menna og styrkja støðuna hjá føroyskum í alheimsgerðini helt nevndin sum heild, at tað var ikki rætt at javnseta føroyskt og danskt sum tvey mál, ið kunnu nýtast hvørt um annað í øllum almennum viðurskiftum.
Gjørt varð vart við, at føroyskt er viðurkent í norðurlendskum høpi sum eitt samfelagsbært mál (sí “Deklaration om nordisk språkpolitik”), og at tað tí ikki er neyðugt at geva donskum máli somu tign (status) sum føroyskum í tí almenna málrúminum í Føroyum.
Víst varð eisini á, at orðingarnar í viðmerkingunum eru beinleiðis ímóti grein 5, stk. 2 í uppskotinum til stjórnarskipan Føroya, sum júst er handað løgmanni. Har stendur: “Almenna málið er føroyskt”.
Í uppskotinum til nýggja kirkjulóg, sum er lagt út til hoyringar, stendur í grein 2, stk. 3:

“Bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur”

Í almennu viðmerkingunum til lógina verður m.a. sagt:

“Bispur hevur evsta avgerðarrætt viðvíkjandi nýtslu av øðrum ritualum og sálmabókum enn teimum góðkendu, og kann loyva at onnur mál enn føroyskt og danskt verða nýtt í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.”
Hetta, heldur nevndin, kann ikki merkja annað enn, at føroyskt og danskt verða sett javnt.
Harumframt verður tilskilað, sum beinleiðis viðmerking til grein 2, stk. 3:

“Eftir grein 11 í heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum føroyskt í øllum almennum viðurskiftum. Ásetingin er tí viðkomandi, tá ætlanin er at hava gudstænastu ella part av henni á øðrum máli enn føroyskum ella donskum.”

Málstevnunevndin vísir í hesum sambandi á, at fyrstu orðini í grein 11 í heimastýrislógini eru: “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál.” Skal henda orðing hava nakran veruligan týdning, so ber ikki til at javnseta danskt og føroyskt í øllum almennum viðurskiftum, serstakliga tá hetta ikki er neyðugt.
Málstevnunevndin hevur tí skotið upp fyri avvarðandi í Mentamálaráðnum, at orðaljóðið í almennu viðmerkingunum til grein 2, stk. 3 í lógaruppskoti um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni verður broytt soleiðis:

“Bispur kann eftir nærri ásettum reglum í yvirtøkulóg fólkakirkjunnar loyva, at annað mál verður nýtt í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.”