Danskt álopstalent til Manchester United

Premier League: Manchester United er í holt við at keypað 20 ára gamla Rasmus Højlund

Enskir miðlar skriva, at Rasmus Højlund er á veg til Manchester United og er til læknakanning í dag. 20 ára gamli danski áleyparin verður roknaður sum eitt stórt álopstalent í altjóða fótbólti.

 

Kendi ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano, skrivar at italska felagið Atalanta og Manchester United er komin ásamt um eina upphædd á 625 milliónir krónur. Tað er nógv fyri ein spælara, sum í farna kappingarárið bara skoraði 9 mál í Seria A, men flestu viðmerkjarar eru samdir um, at Rasmus Højlund bæði passar væl til Manchester United og kann blíva nógv betri.

 

Manchester United hevur longu keypt Mason Mount og málverjan André Onana.