Felags fyri 07 Vestur og AB er, at tey síðsta sunnudag bjargaðu sær, eftir at bæði feløgini leingi vóru í niðurflytingarvanda. AB er í dag gestur á Dungasandi, og dysturin snýr seg um, hvat av hesum báðum feløgunum skal eiga sætta plássið í bestu deildini. Bæði 07 Vestur og AB hava 28 stig. Málmunurin hjá 07 Vestur er eitt vet frægari, enn hann er hjá AB. B68, sum í dag fær vitjan av B36, hevur 27 stig. Málmunurin hjá B68 er betri, enn hann er hjá feløgunum, sum hittast í Sørvági, og tí er tað møguleiki fyri, at B68 kann taka sætta plássið. Soleiðis verður tað, um B68 vinnur fulla úrtøku ímóti B36, og tað samstundis endar javnt í Sørvági.
Felags fyri 07 Vestur og AB er, at feløgini hava danskan venjara, og at báðir venjararnir í 2023 halda fram í feløgunum. Talan er um Henrik Larsen í AB og Michael Schjønberg í 07 Vestur. Meðan Michael Schjønberg hevur verið venjari í Vágum alt hetta árið, so var tað ikki fyrr enn miðskeiðis í kappingini, at Henrik Larsen tók við á Argjum. Teir eru nú báðir farnir at fyrireika seg til næsta kappingarár.
Tá ið 07 Vestur var á Argjum, endaði tað 3-3, meðan AB vann 3-1 í Sørvági.
Hjá 07 Vestur er Martin Tausen tøkur aftur. Á skaðalistanum eru Teitur Olsen, Ári Arge og langtíðarskaddu Dan Fróðason og Hákun Edmundsson. Hjá AB hevur Marius Kryger Lindh leingi verið skaðadarvaður.