Danskir sjúkrarøktarfrøðingar streyma til Noregs

Tey seinastu árini eru fleiri hundrað danskir sjúkrarøktarfrøðingar farnir til Noregs at arbeiða, og árið í ár fer at seta met

Tað er ikki bara frálandavinnan, sum dregur útlendska arbeiðsmegi til Noregs. Eisini í heilsuverkinum er stórur tørvur á arbeiðsmegi, og ein avleiðing av tí er, at nógvir danskir sjúkrarøktarfrøðingar fara til Noregs at arbeiða. Sambært felagi teirra, Dansk Sygeplejeråd, er talið vaksið heili 220 prosent eftir bara trimum árum.

Í 2003 fingu 145 sjúkrarøktarfrøðingar við danskari útbúgving góðkenning til at arebiða í Noregi, men í fjør var tað talið komið uppá 463. Alt bendir samstundis á, at árið í ár fer at seta met, tí longu í fyrsta ársfjórðingi fingu 352 sjúkrarøktarfrøðingar við danskari útbúgving arbeiðsgóðkenning í Noregi.


Heldur fram

Tað er eisini nógv, sum bendir á, at gongdin fer at standa við. Í juni vóru meiri enn 1.000 sjúkrarøktarfrøðingsstørv í Noregi leys at søkja, og norska heilsuverkið hevur mertt, at tørvur er á meiri enn 2.100 sjúkrarøktarfrøðingum. Í Dansk Sygeplajeråd vænta tey eisini, at fleiri av teirra limum fara norðureftir.

-Eg eri sannførd um, at hetta er bara byrjanin. Eg vænti, at støðugt fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara at søkja starv í Noregi, sigur Anni Pilgaard, næstformaður, við danska kringvarpið. Hon vísir á, at tað norska heilsuverkið líkist nógv tí danska, og at tað tí er lætt hjá teimum donsku sjúkrarøktarfrøðingunum at laga seg til arbeiðið har.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Tað er ein sannroynd, at um nøkur ár verður stórur tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum í tí danska heilsuverkinum, og tað er als ikki vist, at tey, sum fara til Noregs at arbeiða nú, koma aftur til Danmarkar. Tí kann endin verða, at Danmark fer at standa við sama troti tá.