Í Danmark hava Dansk Folkeparti verið á ferð við markið millum Ungarn og Serbia, og har hava tey funnið eina skipan, sum tey kundu hugsað sær at kopierað til Danmarkar.
Hetta merkir, at tað eru tríggir metrar av garði við píkatrái og rørslusensorum við markið til Týsklands. Tað skrivar Politiken í morgun.
- Vit í flokkinum eru ógvuliga spent um tað, sum vit hava upplivað í Ungarn. Skipanin er júst tann, sum vit viðmæla at man setur í verk millum Danmark og Týskland, sigur Anders Vistisen við Politiken.
Skipanin er tó ikki einans ein garður á tríggjar metrar við píkartráði, rørslusensorum og vakmyndatólum. Tí skipanin viðførir eisini, at tað eru sokallað transitthøll, har tey, sum søkja um friðskjól, skulu bíða meðan teirra umsókn verður viðgjørd. Og hendan transitthøllin er einasta atgongd ein hevur til landið, um ein vil søka um friðskjól.
Ungarska skipanin viðførir, at tey, sum søkja um friðskjól, verða send í kontainarabýlingar, meðan teirra umsókn verður viðgjørd, og har er einki mark fyri, hvussu leingi tað kann taka.
Tað er stór mótstøða móti hesari ungarsku skipanini, tí politikarar í ES og fleiri altjóða áhugafelagsskapir hava funnist at skipanini, og í Danmark er eisini mótstøða í tann mun, at Flóttafólkanevndin í Danmark júst hevur avgjørt, at støðan hjá umsøkjarum í Ungarn er ov ótrygg til, at Danmark kann tilláta sær at senda umsøkjarar hagar.
Dansk Folkeparti heldur tó ikki atfinningarnar eru veruligar. Tað er einki luksus, men tað er heilt okey, sigur sami Anders Vistisen við Politiken.










