Fýra danskir hermenn eru særdir av vegjaðarabumbum í afghanska landspartinum Helmand Danska herleiðslan sigur, at ein 24 ára gamal hermaður varð særdur av einari vegjaðarabumbu, og at tríggir aðrir hermenn, sum skuldu fara honum til hjálpar, vórðu særdir av einari aðrari vegjaðarabumbu.
Herleiðslan sigur, at tann 24 ára gamli fekk álvarssaman skaða, og at hann bleiv fluttur við tyrlu á eitt sjúkrahús beinanvegin.
Teir donsku hermenninir í Afghanistan hava støð í Helmand, sum verður roknað sum tað vandamesta økið í landinum.