Okkurt um hundrað av fangunum í Statsfængslet Horserød á Norðursælandi ætla nú í verkfall frá arbeiði og skúlagongd teirra í morgin árini frá klokkan átta
Tað skrivar heimasíðan hjá danska kringvarpinum, DR.dk.
Fangarnir nokta stutt og greitt at seta saman klemmur, pappeskjur og at fara til frálæru í donskum.
Orsøkin er ónøgdsemi við nýggju telefonboksirnar , ið avvarðandi ikki longur kunnu ringja til í longri tíð í senn. Eftir bert fáum sekundum verða innkomandi samrøður avbrotnar, og er tað meiningin at fangarnir skulu gjalda fyri at ringja út úr fongslinum.
Harafturat verða teir fongslaðu framyvir noyddir at nýta dýrari telefonkort.
- Tá lønin er 400 krónur um vikuna og nýggju telefonboksirnar hava minuttprís á omanfyr tríggjar krónur, so sigur tað seg sjálvt at tað ikki verður nógv samskifti, sigur ein talsmaður frá fongslinum við tíðindini í DR.
Fangarnir vísa á, at tað er í stríð við lógina, um teir ikki kunnu hava regluligt samskifti við tey avvarðandi.