Danski fólkatónleikarabólkurin Phønix fer hesa vikuna at vitja í Føroyum. Phønix er millum best dámdu fólkatónleikabólkar í Danmark, og teir verða sagdir at hava eitt heilt serligt ljóðunivers, og ein serligan hátt at samskifta við áhoyrararnar. Hetta hevur givið teimum møguleikan at spæla í einum stórum parti av heiminum, og nú eru tey so komin til Føroyar.
Tað eru Norðulandahúsið og Listaleypurin, ið hava stuðlað ferðini hjá Phønix til Føroya.. Listaleypurin er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið og kommunurnar, og sum eisini samskipar listarlig tilboð til føroysku skúlarnar. Phønix kemur at spæla til skúlakonsertir ymsastaðni í Føroyum hesa vikuna.
Almennu konsertirnar verða mánakvøldið kl. 20.30 á pubbini hjá Onnu Kirstin á Tvøroyri, fríggjadagin kl. 16.30 í Tutl Handlinum í Havn, og leygarkvøldið kl. 21 spæla tey í Tøting í Syðrugøtu.
Allar konsertirnar eru ókeypis.
Skúlakonsertirnar verða á hesum støðum :
Mánadagin 16. Apríl Frískúlin við Hoyvíkstjørn
Týsdagin 17. Apríl Vágs skúli og Tvøroyrar og Trongisvágs skúli
Mikudagin 18. Apríl Frískúlin í Havn
Hósdagin 19. Apríl Gøtu skúli
Fríggjadagin 20. Apríl Tjørnuvíkar, Haldarsvíkar og Hósvíkar skúlar










