Framsýningin “Drømmen om den danske bil” á Danmarks Industrimuseum er ein frásøgn um teir mongu donsku idealistarnar, sum hava havt stórar dreymar og hava arbeitt við verkætlanum, ið teir roknaðu við fóru at føra til framleiðslu av bilum, sum fingu altjóða gjøgnumbrot.
Einasta land í Skandinavia sum hevur havt egna bilframleiðslu er Svøríki við bilmerkjunum Scania, Volvo og Saab, umframt onnur smærri bilmerkir. Danir og normenn hava tó gjøgnum tíðirnar eisini arbeitt við ymiskum smærri projektum sum t.d. norski elbilurin Th!nk (Think), sum júst nú er komin í eini nýggjari útgávu.
Fyrsti danski bilurin, sum sá dagsins ljós var Bremsbilen, ið varð framleiddur av Julius Brems í Viborg í árinum 1900. Bilurin var gjørdur í 8 eksemplarum til 1907, tá framleiðslan steðgaði, tí hon ikki bar seg fíggjarliga. Eftir tað vóru tað fleiri sum royndu seg við bilaframleiðslu. Vit kunnu nevna bilmerkir sum t.d. Anglo-Dane, Ellemobil, Dana, K.A.C. Odense Mobil, Houlberg og Tridge.
Ein verksmiðja sum var líka við at fáa fótin fyri seg var Rud. Kramper & Jørgensen í Horsens. Teir framleiddu persónbilar, brandbilar, lastbilar, og bussar undir navninum Gideon. Frá 1913 til 1921, tá teir máttu gevast, framleiddu teir tilsamans 178 bilar.
Danskur brandbilur í Føroyum
Í 1918 vórðu tríggjar verksmiðjur lagdar saman til De forenede Automobilfabrikker og framleiddu bilmerkið Triangel, ið er tann danska bilverksmiðjan, sum fekk longst livitíð. Triangel framleiddu umleið 3.000 lastbilar og bussar frá 1918 til 1957. Vit í Føroyum hava ein danskan Triangel millum okkara. Talan er um tann gamla Triangel brandbilin frá 1934 hjá Tórshavnar Sløkkiliði.
Í mong ár var eingin framleiðsla av donskum bilum. Ein roynd varð gjørd í 1983 av handilsmanninum Thure Barsøe-Carnfeldt í Hadsund í Norðurjútlandi við el-bilinum Hope Whisper. Ein ætlan um at selja fleiri hundrað túsund bilar til USA miseydnaðist, og framleiðslan varð av ongum.
Fyritøkan El-Trans A/S í Randers byrjaði í 1985 við framleiðslu av el-bilinum Mini-El, sum eisini varð kendur undir navninum Ellert. Talan var um ein lítlan býbil við plássi til ein vaksnan og eitt barn. Tá framleiðslan steðgaði í 1988, vóru umleið 4.00 bilar gjørdir.
Fyrst í 80-unum hevði danski designarin Jacob Jensen stórar ætlanir við bilunum Logicar, sum hann hevði designað, og eftir ætlan skuldi framleiðast í Danmark. Fleiri danskir býir bjóðaðu seg fram við grundøki til bilverksmiðjuna, men eisini hendan ætlan fór fyri bakka. Tíggju ár seinni royndi Jacob Jensen seg aftur við bilinum
Jensen One, sum í veruleikanum var ein umbygdur Citroën XM, men eisini hendan ætlan miseydnaðist.
Vit kunnu nevna aðrar royndir við framleiðslu av bilum sum t.d. el-bilinum Kewett og Logicar og Danbilen, sum t.d. var sera væl egnaður sum postbilur. Eisini kunnu vit nevna Ole Sommer, sum í 1983 kom við sínum egna sportbili Oscar (Ole Sommer car), sum nakrir vórðu gjørdir av.
Hóast nógvar miseydnaðar royndir eru tað enn fleiri danir sum droyma um at frameiða sítt egna bilmerki sum t.d. verkfrøðingurin Mikkel Steen Pedersen í Silkeborg, sum í hesum døgum roynir at koma á marknaðin við sportbilinum RoadRazer.
Framsýningin á Danmarks Industrimuseum í Horsens læt upp fríggjadagin 11. apríl og verður opin til 1. september.