Danskir bankar mist 105 milliardir

Altjóða fíggjarkreppan, sum tók seg upp á heysti í 2008, hevur higartil kostað teimum donsku bankunum 105 milliardir krónur. Tað er fimm ferðir tað, sum tað kostaði at gera brúnna um Stórabelti, skrivar Berlingske Business.

Hóast teir donsku bankarnir hava mist nógvan pening hesi bæði árini, er missurin lutfalsliga minni enn í bankakreppuni tíðliga í 1990´árunum og nógv minni enn í kreppuni í 1920´unum.

Serfrøðingar, sum Berlingske Business hevur tosað við, siga, at uttan kreppupakkarnar frá tí almenna hevði missurin hjá bankunum verið nógv størri.