Danski vongurin í sóttarhaldi er nú negativur

Seinasta koronukanningin hjá danska vongspælaranum Emil Jakobsen var negativ. Harvið er vón um, at hann kann spæla við í HM endaspælinum.

Eftir fýra dagar í sóttarhaldi birtist ljós fyri vongspælaranum Emil Jakobsen í HM endaspælinum í Eygyptalandi.

– PCR kannigin av honum í gjárkvøldið var negativ, upplýsir Morten Henriksen, ítróttarstjóri hjá danska hondbóltssambandinum.

Harvið er vón um, at Emil Jakobsen skjótt kann koma við í kappingina.

Sambært reglunum hjá altjóða hondbóltssambandinum IHF skal hann kannast umaftur 48 tímar eftir seinastu kanning, og um tann kanningin eisini er negativ, so skuldi einki verið til hindurs fyri, at hann kann spæla.

Boðini um negativu kanningina koma sama dag, sum eykamaðurin á veinginum, Magnus Bramming, eftir ætlan skuldi koma við í danska HM-hópin.

Hann varð boðsendur fyri at vera upp á tryggu síðuna, um sóttarhaldið hjá Emil Jakobsen skuldi verið longt.

/ritzau/