Útlánsrentan hjá Danska Tjóðbankanum lækkaði við 0,1 prosentstigi til 1,45 prosent fríggjadagin
Somuleiðis lækkaði rentan á innskjótaraprógvum, (ið svarar til innlánsrentuna hjá Tjóðbankanum) við 0,1 prosentstigi til 1,35 prosent, eins og diskontorentan og foliorentan lækkaði við 0,1 prosentstigi til 1,10 prosent.
Rentulækkingin kemur sum fylgja av, at Danski Tjóbankin hevur keypt útlendsk gjaldoyru.