Danski landsliðsvenjarin ørkymlaður stutt undan EM

Danska hondbóltslandsliðið hevur sæð flúgvandi út í teimum seinastu dystunum, og nú bert fáar dagar undan EM endaspælinum er danski landsliðsvenjarin Nicolaj Jacobsen ørkymlaður.

 

Danski landsliðsvenjarin Nicolaj Jacobsen segði seg í dag, vera ørkymlaðan, um teir skaðarnar, sum hava rakt danska landsliðshópin, nú endaspælið um europameistaraheitið verður skotið í gongd hósdagin tann 9 januar.

Teir tríggir, Magnus Landin, Rasmus Lauge og Lasse Svan, stríðast allir fyri at gerast til reiðar til EM endaspælið, ið verður avgreitt í Noreg, Svøríki og Esturíki í døgunum frá 9 til 26 januar.

-Hetta er sera ørkymlandi, allir tríggir eru leikarar í byrjunaruppstillingini. segði danski landsliðsvenjarin við TV2 fyrr í dag. 

Serliga er tað danski spælskiparin Rasmus Lauge, ið er tungur at vera fyri uttan. Rasmus Lauge varð millum jól og nýggjár skaddur í tjúkkanum.

Danski spælskiparin, segði fyrr í dag soleiðis um støðuna. 

-Eg veit ikki heilt sjálvur, hvussu stendur til, eg eri ikki langt frá at vera klárur og fari at royna at venja í morgin og vita hvussu nógv, eg eri førur fyri at leggja fyri.

Magnus Landin varð skaddur í fótinum ímóti Noreg í Golden League dystinum 3 januar. Lasse Svan er skaddur í økslini, og ikki er vist um nakar av teimum verður klárur, tá danir byrja EM endaspælið móti Íslandi 11 januar.

Nicolaj Jacobsen hevur sagt, at um tað er møguleiki fyri at nakar av teimum trimum fær spælt, koma teir við í hópin.

Lasse Svan spælir á sama plássi sum føroyski Jóhann á Plógv og um danski høgrivongurin ikki verður klárur, ber tað við sær at evnaríki føroyingurin verður enn meir at síggja hetta EM endaspælið, sum fer í gongd 9 januar.