Christiansborg
Prísurin fyri innanhýsis stríðið í danska Javnaðarflokkinum hevur verið høgur, og nú nýggjur formaður skal finnast, mugu teir tríggir partarnir, sum stríðast um valdið í flokkinum finna saman um eina leið, sigur valgranskarin, Hans Jørgen Nielsen, ið er lektor á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann heldur ikki, at nýggi formaðurin í flokkinum nýtist at umboða vinnandi partin í hugsjónarliga stríðnum í Javnaðarflokkinum, heldur eigur ein bólkur at verða settur, ið skal avgerða politisku leiðina í flokkinum.
Danski Javnaðarflokkurin er sum kunnugt tyngdur av einum stríði, ið býtir flokkin í trý. Auken, Lykketoft og Nyrup standa fyri hvør sínari vongi, har Auken liggur longst til vinstru, Nyrup longst til høgru og Mogens Lykketoft liggur eitt stað inn í millum.
Eitt av høvuðsevnunum er ósemja um útbjóðing av almennum størvum, men tíðarandin er broyttur og hesum eiga tey at royna at síggja burtur frá og heldur leggja dentin á at arbeiða fyri javnaði, heldur Hans Jørgen Nielsen.
- Tíðarandin er broyttur, og fría valið er komið fyri at vera. Javnaðarflokkurin skal arbeiða fyri javnaði í samfelagnum, tí tað eru tey samd um, og tað gera tey betur enn Vinstraflokkurin, sigur hann. Eitt annað evni sum skapar trupuleikar í flokkinum er útlendinga- og flóttafólkapolitikkurin.
Nýtt ættarlið
Hyggur ein eftir aldrinum og politiskum royndum, er eitt nærliggjandi evni til formanssessin politiski orðførarin Frank Jensen, sum longu hevur boðað frá, at hann stillar upp. Trupulleikin er, at Frank Jensen verður sæddur sum krúnprinsurin hjá Auken, og hann hevur enn ikki megnað at gera seg nóg leysan av honum til at leiða flokkin inn á eina felags leið.
Mogens Lykketoft gav heldur einki tekin um, at Frank Jensen fór at yvirtaka formansskapin.
Hann legði dent á, at flokkurin nú má savnast, og at ein nýggjur formaður eigur at finnast við einari demokratiskari gongd. Leiðslan í Danska Javnaðarflokkinum hevur vanliga verið sera stýrandi, tá komandi toppkandidatar verða valdir, men verður ein nýggj leið løgd, kann tað vera, at ein av teimum yngru sleppur framat, og at eitt ættarlið verður lopið um, nevnliga ættarliðið hjá Frank Jensen.
Fleiri góð boð til formansskapin eru millum tey ungu javnaðarfólkini, men ein trupulleiki kann vera, at tey eru ov ung og óroynd. Eitt nú Mette Frederiksen hevur gjørt vart við seg undir hesum valstríðnum, men hon er ung, óroynd og ikki minst er hon nýggj.
- Í danska Javnaðarflokkinum skal ein helst kenna tey røttu fólkini, um ein skal fáa vald, og tað ger Mette Frederiksen ikki, sigur Hans Jørgen Nielsen. Hann heldur tí ikki, at hon verður nýggjur formaðurin. Tó kann denturin hjá Lykketoft á eina demokratiska gongd vera eitt tekin um, at henda siðvenja verður broytt. Lykketoft fer helst ikki frá, fyrr enn flokkurin hevur funnið ein nýggjan formann í friði og náum. Ein orsøk til at Lykketoft tók seg aftur beinanvegin var, at nýggja leiðslan skal hava stundir til at savna og styrkja flokkin áðrenn næsta val.