Tað er nógv á skránni hjá Dansk Folkeparti, tá tey í næstu viku hava tingbólkafund í Føroyum. Tað skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Tingbólkurin skal millum annað hitta ríkisumboðskvinnuna, Lene Moyell Johansen, Jógvan Fríðriksson, biskup og Aksel V. Johannesen, løgmann. Tað vitja eisini í Løgtinginum, hjá Kriminalforsorgini og Arktiskt Kommando eins og í dómkirkjuni, Havnar kirkju.
– Felagsskapurin millum Danmark og Føroyar er ikki bara ein ríkisfelagsskapur, men eitt fleiri hundrað ára gamalt ættarband, sum snýr seg gjøgnum danmarkarsøguna eins og nógvar familjusøgur. Tað hevur tí leingi verið eitt ynski hjá mær, at Dansk Folkeparti skuldi á eina almenna vitjan í Føroyum fyri at kunna okkum við føroyska samfelagið og tess íbúgvar, men eisini við føroyska mentan og gerandisdagin, sigur Morten Messerschmidt.
Og hann heldur fram:
– Eg gleði meg til saman við hinum í fólkatingsbólkinum at vitja bæði umboð fyri fiskivinnuna, løgmann, ríkisumboð, biskup og fleiri. Vit eru sera forvitin at hitta so mong sum gjørligt, og tí er skráin tøtt. Vit gleða okkum, sigur hann.
Sjey fólk eru í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti: Morten Messerschmidt (formaður), Peter Kofod (tingbólkaformaður), Pia Kjærsgaard, Alex Ahrendtsen, Nick Zimmermann, Mette Thiesen og Mikkel Bjørn.
Fólkatingsbólkurin hjá DF fer aftur til Danmarkar mikudagin 28. juni.