Danski fíggjarmálaráðharrin trongdur

Lars Løkke Rasmussen skal nú greiða frá, hví hann leigaði hýruvognar fyri 148.000 krónur, sum hann fekk endurrindað, meðan hann var amtborgarstjóri

Sum amtborgarstjóri kundi Lars Løkke Rasmussen leiga hýruvogn, um hann skuldi ørindi fyri amtið, men sjónvarpið hjá danska kringvarpinum skjalprógvaði í gjárkvøldið, at Lars Løkke Rasmussen fekk endurrindaðar148.000 krónur fyri hýruvognaleigu krónur uttan at viðmerkja, hvar hann hevði verið, ella um ferðin hevði nakað við arbeiði hansara at gera.

 

Tveir fyrrverandi limir í amtsráðnum í Frederiksborg, har Lars Løkke Rasmussen var borgarstjóri, siga við DR, at so lagaligar treytir høvdu teir ikki tey árini, teir sótu í ráðnum.

 

-Tók eg ein hýruvogn, skuldi eg viðmerkja, hví eg hevði leigað hann, sigur Finn Hansen, sum var konservativt umboð í amtsráðnum.

 

Serfrøðingar, sum DR hevur tosað við, siga, at kann fíggjarmálaráðharrin ikki prógva, at hann leigaði hýruvogn í sambandi við arbeiði sítt, eigur hann at rinda pengarnar aftur.

 

Danski Fólkaflokkurin hevur biðið ráðharran greiða frá málinum.