Tað er trupult at tæna tveimum harrum, og tiverri síggja vit, at Danmark í alt ov stóran mun tekur størri atlit at ES, heldur enn at tryggja áhugamálini hjá føroyingum. Hetta hava vit m.a. sæð í hvalaveiðuspurninginum, har danski uttanríkisráðharrin ikki var sinnað at stuðla rættin hjá føroyingum til at veiða stórhval. Somuleiðis sóu vit hetta undir veðurlagssamráðingunum og nú eftir øllum at døma eisini í makrelsamráðingunum. Vit mugu ikki vera so bláoygd og halda, at Danmark altið fer at verja okkum og okkara áhugamál. Danir hava eisini síni áhugamál og síni samstørv at liva upp til. À fólkatingi fara vit í Fólkaflokkinum at verja okkara rættindi sum tjóð, okkara rættindi til okkara tilfeingið, okkara rættindi til at samráðast á yvirtiknum málsøkjum eitt nú fiskivinnuøkinum og umhvørvisøkinum umframt at slóða fyri mest møguligum uttanríkispolitiskum heimildum vegna føroysku tjóðina. Vit fara á ongan hátt at lata danir slúsa føroysku tjóðina og føroysku áhugamálini ígjøgnum bakdyrnar hjá ES, og somuleiðis fara vit at vera á varðhaldi, tá danir seta ES lógir í gildi, sum við tíðini kunnu fáa skaðiliga ávirkan á okkara heimligu viðurskifti. Alt, sum útlendskt er, er ikki bara gott, vit skulu duga at velja ímillum, nær tað tænir føroysku tjóðini, og nær tað gongur henni ímóti. Hendan skynsama politikk til frama fyri øllum føroyingum og føroysku tjóðini, fer Fólkaflokkurin at arbeiða fyri á Fólkatingið
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið










