Danske Spil hevur Mads Moldt sum stóran favoritt

Tað er javnt í oddsum millum Tinu og Kára um hvør av teimum fær annað plássið

Í annaðkvøld klokkan 19 verður finalan í X-Factor sangkappingini í Danmark.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tveir føroyingar í finaluni. Tina Mellemgaard úr Hoyvík og Kári Fossdalsá av Toftum skulu kappast við einasta danska luttakaran í finaluni, Mads Moldt um at vinna X-Factor kappingina. 

 

Sambært stóru statsligu veddingarfyritøkuni, Danske Spil er Mads Moldt greiður favorittur til at vinna X-Factor kappingina, meðan tað sambært Danske Spil er púra opið millum Tinu og Kára um hvør endar næstovast.

 

Oddsini hjá Danske Spil uppá hvør vinnur X-Factor eru hesi: 

 

Mads Moldt vinnur X-Factor: 1,45

 

Tina vinnur X-Factor: 5,00

 

Kári: vinnur X-Factor 5,00

 

Tina ella Kári vinna: 2,50

 

Hetta merkir, at um onkur setir 100 krónur á, at Mads Moldt vinnur so fær viðkomandi 145 krónur aftur um Mads Moldt vinnur X-Factor. Setir onkur 100 krónur á, at t.d. Tina vinnur fær viðkomandi 500 krónur aftur um Tina vinnur X-Factor.

 

Danske Spil bjóðar eisini eina gardering sum er, at antin Tina ella Kári vinna, og tá er vinningurin 250 krónur fyri 100 krónur settar á tað veddimálið.

 

Danske Spil bjóðar eisini odds uppá hvør blívur nummar trý í finaluni í X-Factor. Og tey oddsini vísa eisini greitt, at oddssetarnir hjá Danske Spil trúgva ikki uppá ein føroyskan sigur í X-Factor finaluni.

 

Oddsini hjá Danske Spil um hvør gerst nummar trý í X-Factor finaluni eru hesi: 

 

Kári blívur nummar trý í finaluni: 2,00

 

Tina blívur nummar trý í finaluni: 2,00

 

Mads Moldt blívur nummar trý í finaluni: 8,00