Danske Bank metir nú at danski tjóðbankin fer at lækka rentuna longu hósdagin. ? Vit vænta, at danski tjóðbankin fyrireikar seg til enn eina stjálvstøðuga rentulækking við 0,10 prosentstigum, sum harvið fer at minka um rentumunin til evruøkið til 0,35 prosentstig, skrivar John Hydeskov, greinari í Danske Markets undir Danske Bank, í einum notati.
Tað veit epn.dk at siga í dag.
Hann tekur tó tað fyrivarni, at danski tjóðbankin ofta er eitt sindur lumpisligur við júst nær teir koma við einum útspæli.
- Men vit vænta at útlánsrentan verður lækkað longu hósdagin ella ein av komandi døgunum, sigur John Hydeskov.
Føroysku bankarnir plaga sjáldan at liggja langt aftanfyri teir donsku við rentulækkingum, og spurningurin er so, nær vit síggja rentuna lækka aftur í Føroyum.