Danskarar vildu sagt tað smakkar sum hosur

Ræstur fiskur og garnatálg í donskum sjónvarpi.

Ræst omaná ræst. 

 

Ræstur fiskur og garnatálg er á menu'ini, tá ið Chili Klaus og Jacob Haugaard bjóða til sendingina "Chilie Klaus indtager Norden" á Tv2 í Danmark i kvøld. 

 

Tað er fyrsti partur av sendirøðini, sum er á skránni í kvøld. Jacob Haugaard er ikki fastur partur av sendingini, men orsaka av sínum tilknýti til Føroyar varð hann boðin við sum ferðaleiðari. 

 

- Í Danmark vildi man hildið hetta var lívsfarligt, men tað er sera heilsugott, sigur Jacob Haugaard um fiskin. 

 

Tað smakkar av fiski eru teir báðir samdir um, men sterki smakkurin ger, at teir báðir fáa eina serstaka kenslu. 

 

- Tú merkir, at tú ert livandi, sigur Chili Klaus um sterka smakkin. 

 

- Tað er eitt sindur sum, tá man ikki hevur busta tenn í tríggjar, fýra dagar, sigur Chili Klaus um ræstan fisk og garnatálg. 

 

Sí reklamuna fyri sendingina her: 

 

mad.tv2.dk/2016-09-19-spiser-raadden-fisk-med-raadden-sovs-haanden-paa-hjertet-jeg-var-lidt-angst